– Eg kann slettis ikki ímynda mær Klaksvík og Norðoyggjar uttan Kósavirkið, og sum borgarstjóri kann eg heldur ikki tigandi góðtaka, at hetta virkið, sum í mannaminni hevur verið størsta framleiðsluvirki og arbeiðspláss
okkara, framhaldandi stendur óvirkið!
– Sjálvandi mugu vit virða ta tíð og ta tilgongd, sum málið um Kósavirkið má ígjøgnum, fyri at kunna lata uppaftur, og vit mugu lata teir vinnuligu aktørarnar fáa frið at greiða hetta málið.
– Men tá ið tað er sagt, so kenni eg tað eisini sum mína skyldu sum borgarstjóri – vegna býráðið og borgararnar í Klaksvíkar Kommunu – at gera vart við, hvussu ómetaliga stóran týdning hetta stóra virkið hevur fyri lokalsamfelag okkara.
Orðini eigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sum vit ringdu til í vikuni fyri at tosa við hana um ta aktuellu støðuna í kommununi, nú ein tíð er liðin, síðan øll arbeiðsfólkini á Kósavirkinum fingu fráboðan um uppsøgn.
Meir enn ein
mánaði síðan
Tað var klokkan 10:00 um morgunin týsdagin tann 16. desember í fjør, at tey 150 arbeiðsfólkini á Kósavirkinum vórðu boðin til fundar, har tey fingu at vita, at tey fóru at verða uppsøgd.
Helvtin av arbeiðsfólkunum, sum hendan morgunin undan jólum fingu hesi ringu boð frá leiðsluni, eru fólk í aldrinum 20-30 ár.
Tað sigur seg sjálvt, at hesar uppsagnir og afturlatingin av Kósavirkinum hevur eina ómetaliga ringa ávirkan á Klaksvík og allar Norðoyggjar.
Sostatt er nú meira enn ein mánaði liðin síðan dagin, táið uppsagnirnar vórðu fráboðaðar arbeiðsfólkunum á Kósini, og framvegis er einki ítøkiligt at frætta um loysnir, hóast tað skilst á lagnum, at tað framhaldandi verður roynt at finna fram til loysnir, so virkið kann lata uppaftur.
Klaksvík valdi at
satsa fiskivinnu
– Hetta er størsta einstaka arbeiðspláss í Norðoyggjum, sum í mong ár hevur breyðføtt ein hóp av einstaklingum og familjum her í lokalsamfelagnum, staðfestir Gunvá við Keldu, borgarstjóri.
– Haraftrat skapar hetta virkið eina rúgvu av avleiddum virksemi í økinum, so tað sigur seg sjálvt, at Klaksvík og Norðoyggjar ikki kunnu liva við, at hetta virkið liggur stilt
– Brotasjógvar hava fyrr rakt fiskivinnuna her hjá okkum, men søgan fortelur okkum eisini, at fólkið her hevur víst ein sterkan vilja til at finna og stríðast fyri loysnum.
– Klaksvík er ein fiskivinnubýur, og okkara virksemi- og inntøkugrundarlag byggir í ógvuliga stóran mun á fiskivinnuna.
– Hetta gjørdi býráðið eisini greitt fyri nøkrum árum síðan, tá ið oljuvinnan tók seg upp, at kommunan her ikki fór at satsa upp á oljuvinnu, men fór framhaldandi at satsa upp á fiskivinnuna.
– Sum støðan er, hava vit tí einki stórt vinnuligt alternativ, og hetta undirstrikar, hvussu týdningarmikið tað er, at Kósavirkið letur uppaftur skjótast gjørliga, heldur borgarstjórin.




