Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunvá við Keldu, fyrstvaldur býráðslimur: Nýggja býráðið fer at skipa seg týskvøldið

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Tað er uppgávan hjá fyrst valda býráðsliminum at kalla saman til tann fyrsta býráðsfundin, har nývalda býráðið skipar seg, og Gunvá við Keldu hevur nú boðað til fundar týskvøldið.

Á fundinum, sum verður í býráðshøllini týskvøldið kl. 17:30, fer býráðið at velja borgarstjóra og varaborgarstjórar fyri komandi býráðsvalskeiðið.
Sambært kommunustýrisskipan býráðsins skal – umframt borgarstjóran – veljast ein 1. varaborgarstjóri og ein 2. varaborgarstjóri.

Tá ið borgarstjórin er valdur, tekur hann yvir leiðsluna av fundinum og skipar síðan fyri vali av teimum føstu nevndunum.

Nevndirnar, sum býráðið fer at manna týskvøldið, eru Fíggjarnevndin, Tekniska Nevnd, Byggi- og Býarskipanarnevndin, Havnanevndin, Heilsu- & Umhvørvisnevndin, Mentanarnevndin og Sosiala Nevnd.

Nýggja býráðið tekur við 1. januar 2009 og situr til 31. desember 2012.