Rennarin Guttorm Sørensen úr Hvannasundi varð í dag heiðraður við heiðursskjali Poul E. Petersens fyri sín stóra sjálvbodna innsats fyri føroyska ítrótt, serliga tá tað kemur til ta frælsu ítróttina. Hetta hendi á aðalfundinum hjá Ítróttasambandi Føroya, ið varð hildin fyrrapartin. Tað skrivar dimma.fo.
Gutti Sørensen sigst eiga lívið í rennifelagnum Treysti í Klaksvík, har hann er formaður, og eisini í stóran mun í sersambandinum fyri frælsa ítrótt, har hann er peningarøkil. Tímarnir, sum hann sjálvboðin hevur lagt í at arbeiða við frælsari ítrótt, kunnu ikki teljast, varð sagt. Hallur Holm takkaði í síni røðu starvsnevndini fyri, at ÍSF við hesum heiðrinum virðismetir tað sjálvbodna arbeiði, sum ítróttin er so bundin at.
– Fyri frælsu ítróttina er Gutti bæði skipari, maskinmaður og dekkari. Og tá tú hugsar um, at hann ger hetta bæði í Treysi og í FÍF, ja so er hansara íkast tað seksfaldaða av tí, ein kann krevja av einum einstakum persóni, so vit eru sera fegin um, at tit eftirlíkaðu okkara ynski um, at lata Gutta fáa hendan heiður, segði Hallur Holm sambært dimma.fo



