Gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar eru í dag skipaðar í ymiskar breytir, og Tøknibreytin er nýggja heitið á gymnasialu studentsútbúgvingini, sum fyrr kallaðist HT. Gymnasial Tøknibreyt er einans í Klaksvík, og er hon orsøkin til, at ung úr øllum landinum savnast á Tekniska Skúlanum í Klaksvík.
Gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar eru í dag skipaðar í ymiskar breytir, og Tøknibreytin er nýggja heitið á gymnasialu studentsútbúgvingini, sum fyrr kallaðist HT. Gymnasial Tøknibreyt er einans í Klaksvík, og er hon orsøkin til, at ung úr øllum landinum savnast á Tekniska Skúlanum í Klaksvík.
Navnið er broytt, men innihaldið er tað sama, og við einum prógvi frá Tøknibreytini kanst tú søkja inn á nærum allar hægri útbúgvingar.
Gymnasialu breytirnar eru allar bygdar upp við nøkrum felagslærugreinum, sum eru føroyskt, enskt, støddfrøði, søga, samfelagslæra og ítróttur og heilsa. Harumframt eru nakrar lærugreinir, sum eyðkenna einstøku breytina. Samanbera vit Tøknibreytina við hinar breytirnar er tað serliga arbeiðshátturin, sum ger Tøknibreytina til nakað serligt.
Breytin er praktiskt orienterað, og lærugreinirnar taka støði í veruligum og tøkniligum avbjóðingum.
Fyri at næmingarnir kunnu megna at loysa støddfrøðiligar og alisfrøðiligar spurningar skilvíst, verður arbeitt við verkætlanum, har teori og praksis verða knýtt saman.
Næmingarnir kanna hvussu tingini hanga saman t.d. teldur, perur, matur, brýr og bygningar.
Praktiskar royndir verða gjørdar, og tøkni verður brúkt til at útvikla og skapa lutir.
Næmingarnir hava eisini lærugreinir innan
– samskiftis- og kunningartøkni
– tónleik
– o.a.
og triðja árið kunnu næmingarnir velja at fordjúpa seg í
– Matframleiðslu
– El
– Bygging og orku
– Metalframleiðslu
Tekniski Skúlin í Klaksvík hevur góðar umstøður við laboratorium, studio og verkstøðum.
Næmingar í Klaksvík eru ikki bundnir at ferðaætlan hjá bussinum og næmingar, sum koma aðrastaðni frá búgva á skúlaheiminum, har samanhaldið er gott og til ber at møta til undirvísing í inniskóm.
Hóskvøldið 27. februar kl. 19-22 verður Opið Hús á Tøknibreytini. Tá verður høvi at síggja umstøðurnar á skúlanum og nakað av tí, sum næmingarnir fáast við dagliga. Harumframt verður tónleikaframførðsla og greitt verður frá útbúgvingini, upptøkutreytum og møguleikum, hon gevur. Høvi verður eisini at hitta lestrarvegleiðara, lærarar og næmingar á Tøknibreytini. Tiltakið er serliga ætlað foreldrum og ungum, sum hava áhuga fyri miðnámsútbúgving.




