Hóast danskarar vanliga eru profilararnir hjá H71, sohølvaðu bygdarmenninir úr Vestmanna hoyvíkingar av mikukvøldiðí fyrstu FM finaluni hjá monnum í hondbólti.
H71 var undan FM finalunum FMfavorittur. Fyrst og fremst vegna teirra einastandandi avrik ígrundspælinum, har H71 var greitt besta liðið. Men sum øllum kunnugt, so hava tað veriðdanskarar, sum hava gingið á odda hjá Hoyvíksliðnum í vetur.
Í finaluni fingu hoyvíkingar eintrupulleika. Annar av dønunum, Mark Marcher, var so mikið skaddur,at hann kundi ikki spæla og so var galið. Tí Mark er millum bestuleikararnir í kappingini. VÍF fór beinanvegin frá H71 og so sóuøll, hvussu týdningarmiklir danskararnir eru hjá H71, tí uttanMark vísa teir seg ikki at vera nakað topplið. H71 fekk ongantíðfatur á VÍF, sum vann stórsigur á 31-20. Ein heldur óvæntaður stórsigur, men hetta vísir bara, hvussu týðandi útlendingarnir eru íføroyskum hondbólti. H71 hevur tveir frálíkar danskar leikarar og táannar manglar, so stendur á gomlum nøglum.
Næsta FM finalan verður í Hoyvíkleygardagin, og tá kann VÍF vinna sítt næsta FM heitið á rað.




