Vestmenningar høvdu gott tak á dystinum og førdu við fleiri málum í seinna hálvleiki, men tá seinastu og avgerandi minuttirnir komu, helt H71 liðið høvdið kalt.
Talan bleiv um ein tættan og spennandi dyst í Hoyvíkshøllini leygardagin, tá avgerandi dysturin um at koma í finaluna bleiv spældur. Báðar verjurnar vístu seg at raka dagin eins og málverjarnir. Men meðan Bogdan Florea rakti ein av sínum bestu døgum fyri H71, so sóu vit lítið og einki til Filip Jojic hjá VÍF. Tá javnleikur var og Bogdan bleov útvístur tveir minuttir fyri tíð, so á tað til at VÍF kundiu avgera. Men ístaðin vóru tað hoyvíkingar, sum drógu longra stráið. Tískil verður talan um endurtøka av finalunum í fjør. Og eins um í fjør, so er KÍF greiður favorittur.
Undan dystunum bóðu vit Hera Johnsson og levi Nybo meta og tippa um endaspurtin. Báðir væntaðu teir ein H71 sigur.
Heri Johnsson formaður og leikari hjá Team Klaksvík:
Um hálvfinaluna:
VÍF má alvorliga stramma seg upp í verjuspælinum, um teir ætla sær í finaluna. Eg haldi, at VÍF er eitt fysiskt sterkari lið og hevur massar av kvaliteti, men H71 er betri samanspælt lið og kvikari. H71 hevur eisini gott tak á VÍF í ár og hava bara tapt 1 heimadyst í ár. Nemliga móti KÍF fyrst i oktobur mánað og vunnið rest. Tí vænti eg, at H71 vinnur.
Um finaluna:
KÍF vinnur finaluna. Teir eru tað sterkari í ár í mun til í fjør.
Profilur seinastu dystirnar:
Bogdan Florea kemur at hava stóra rollu, vænti eg. Men eisini vænti eg at málmennirnir á báðum liðum sum koma at avgera nógv, vænti eg.
Undan dystinum í Hoyvík í gjár spurdu vit formannin í Team Klaksvík og málverjin hjá STÍF um, hvat teir væntaðu av endaspurtinum. Báðir væntaðu hendan H71 sigurin.
Levi Nybo, málverji hjá STÍF
Um hálvfinaluna:
Fyrst av øllum vil eg siga, at tað er stórt yvirraskilsi, at H71 eru har, teir liggja. Hini liðini hava styrkt seg, og teir hava mist: Halgir, Dánjal, Esbern, Poul Kjartan, Hans Kári, ið allir antin als ikki hava spælt ella ikki spælt alt ári eins og málverjarnir frá í fjør Jens og Hanus heldur ikki hava verið við.
H71-VÍF: H71 vinnur tí teir hava heimavøll. Teir hava bert tapt ein dyst har. Tað var fyrst í árinum ímóti KÍF. H71 eru betri fyri kondi og styrki messiga enn hini liðini. Teir hava prøvað tað fyrr – í fjør – og fóru allan vegin. Tí vinnur H71. Men kemur Eli Múller í gongd hjá VÍF, so kann gerast trupult hjá H71.
Um finaluna:
KíF- H71. 55-45% kjansur til fyrimun fyri KÍF. Sjálvt um KÍF hevur verið tað besta liðið alt kappingarári. Dagsformurin kemur at avgera, hvør verður FM vinnari.
Profilar seinastu dystirnar:
H71: Málverjarnir Tórhallur og Ári Dam saman við Rúna Højgaard.
VíF: Eli Muller, Filip Jojic og verjan.
KÍF: Málverjarnir Jaspur Joensen og Óla Christian Djurhuus saman við verjuni. Í álopinum verður tað Niclas Selvig.
Mynd: Álvur Haraldsen




