Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

H71 knógvaði Stjørnuni

Oliver Joensen

Áskoðararnir vóru vitni til ein sera spennandi hondbóltsdyst í KÍ høllini í dag, tá Stjørnan og H71 hittust í bestu kvinnudeildini í hondbólti.

H71 kom betur frá byrjan og kom beinan veg fram um við fleiri málum. Men Stjørnan arbeiddi seg fram. Hálvsleiksstøðan gjørdist 13-15 til H71, men hetta javnaði seg og tá leiktir vóru 41 minuttir var støðan 18-19 til H71. Men tá 48 minuttir vóru leiktir kom Stjørnan upp á javnt og støðan gjørdist 23-23.

H71 vísti tó størri neyvleika ígjøgnum allan dystin, tí gjørdist endaliga úrslitið 26-28 til H71.

Harleyfacadeacryl