Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

H71 missir og fær

Jákup Ósá

Týðandi leikarar fara, meðan nýggir og meira ókendir leikarar koma til í H71.

H71 hevur seinastu árini myndað toppin í føroyskum hondbólti. Tvær ferðir hevur tað eydnast at vunnið FM heitið í bestu mansdeildini. Tað var í 2009 og 2012. Hesi bæði seinastu árini hevur liðið havt stóra útskifting og tað hevur ávirkað liðið.

Sunneva Jacobsen er forkvinna í H71 og hon sigur, at tað verður ein ávís útskifting í H71.

– Bakkurin Bogdan Florea er farin til Klaksvíkar, meðan málverjin Tóraldur Kollsker er farin til Danmarkar. Til felagið kemur strikuleikarin Helgi Hoydal, sum hevur verið uttanlands. Harafturat hevur ein útlendingur vant við okkum. Hann skal arbeiða í Føroyum og skal finna sær eitt felag at spæla við. Endalig avgerð er ikki tikin viðvíkjandi honum. Men vit hava eyguni úti eftir einum skotsterkum leikara, men tað er ikki lætt. Skal tað vera útlendingur, so kostar tað pengar, sigur Sunneva Jacobsen við Norðlýsið.

Fyrr í vikuni visti ein av Kyndla venjarunum Hjalmar Klein Olsen at siga, at eisini Birgir Poulsen skiftir frá H71 til Kyndil. Venjari hjá H71 komandi ár verður Petur Mittún og hjálparvenjari verður Halgir Dahl Olesen.

Harleyfacadeacryl