Norðlýsið og Klaksvíkar Ítróttarfelag fara í samstarvi at vísa hæddarpunkt við filmsbrotum av øllum heimadystum hjá fremsta mansliðnum hjá KÍ
Norðlýsið og Klaksvíkar Ítróttarfelag fara í samstarvi at vísa hæddarpunkt við filmsbrotum av øllum heimadystum hjá fremsta mansliðnum hjá KÍ
Framyvir kunnu vitjandi á nordlysid.fo gleða seg til at síggja hæddarpunktini eftir hvønn heimadyst hjá EFFO liðnum hjá KÍ, bert fáar tímar eftir hvønn dyst.
Flestu heimadystir hjá KÍ verða leiktir sunnudag og eru lidnir um 17.00 tíðina. Bert fáar tímar eftir dystarlok verða hæddarpunktini løgd á nordlysid.fo, og kunnu fjepparar, útisetar, útisiglarar og onnur áhugaði tískil síggja fram til hesa tænastu.
Norðlýsið hevur longu framúr góðar upptaktir, dystarfrásagnir og greiningar, umframt myndir av øllum KÍ dystum í hágóðsku og nú leggjast filmsbrotini við hæddarpunktunum afturat.
Tað er miðlafyritøkan RACLIP úr Klaksvík, sum tekur sær av upptøkunum.
Fyrstu hæddarpunktini verða at síggja í annaðkvøld og tey eru av dystinum ímillum KÍ og NSÍ, sum verður leiktur í Djúpurmýru í morgin kl. 15.00




