Her eru øll hæddarpunktini frá málríka dystinum millum AB og NSÍ. Um dystin er at siga, at NSÍ var betra liðið í fyrra hálvleiki og spældi í løtum góðan fótbólt. Í seinna hálvleiki kom AB nógv betri við og var samanumtikið kanska betra liðið í seinna hálvleiki. Tá tíðin var farin yvir 94 minuttir føldu AB viðhaldsfólkini nokk, at nú var fyrsta stigið i 2013 heima, men so bleiv ikki. Tí uppá hornasparkið í seinasta sparkinum í dystinum eydnaðist Klæminti Olsen at skora avgerandi og sera týðandi málið fyri NSÍ, ið nú hevur fingið samband við fremru liðini á stigatalvuni.
Jóhan Thomsen eigur upptøkurnar og hevur klipt.




