Vanliga verður tikið hædd fyri tveimum faktorum, tá ein ger greining av váða, sum heild. Onnur er vavið av tí einstaka skaðanum, um hann hendur, hin er sannlíkindini fyri, at eitt óhapp hendir. Ofta er samband millum hesar faktorar og verða hesir samantvinnaðir, fáa vit fullan virknað.
Samanumtøka.
Vanliga verður tikið hædd fyri tveimum faktorum, tá ein ger greining av váða, sum heild. Onnur er vavið av tí einstaka skaðanum, um hann hendur, hin er sannlíkindini fyri, at eitt óhapp hendir. Ofta er samband millum hesar faktorar og verða hesir samantvinnaðir, fáa vit fullan virknað. Soleiðis er neyðugt at taka hædd fyri meira enn tí einu orsøkini fyri at finna samlaða vavið av skaðanum. Hyggja vit at tilmælum og orðaskifti her á landi, tá talan er um ferðslutrygd, verður bert tosað um vavið av tí einstaka skaðanum, men sannlíkindini fyri einstaka skaðanum verður ikki tikið uppá tungu. Ført verður fram, at økir tú loyvdu hámarksferðina við 10 km/tíman frá 80 til 90, verður størri vandi fyri, at skaðin, tú fært, verður so stórur, at tú doyrt av hesum. Hettar er ikki øll myndin. Her má kjansurin fyri óhappi eisini takast við, tí um kjansurin fyri at vera fyri einum óhappi minkar nógv, ja so minkar samlaða mongdin av skaðum. Gransking vísir, at hækka vit loyvdu hámarksferðina á úrvaldum vegastrekkjum , verða sannlíkindini fyri óhappum minni, og tí lækkar samlaða talið av skaðum eisini. Orsøkin er, at spjaðingin tvs. munurin á tí, sum koyrir skjótast og spakuligast minkar, og minni munur (spjaðing ) merkir nógv minni sannlíkindi fyri einum óhappi. Kanningar vísa at koyrir tú innanfyri ±2 standardfrávik (mát fyri spjaðing) frá koyrdu miðalferðini, er sannlíkindini fyri, at tú ert við í einum ferðsluóhappi nógv minst, men aftur til hettar seinri. Vanligt vit og skil hjá flestum okkara, sigur eisini tað sama, sum granskingin vísir. Flestu okkara hava t.d. koyrt aftaná einum bili, ið koyrir 60 km/tíman á einum “góðum” vegastrekki har mest loyvda ferðin er 80 km/tíman. Eygleiðir ein hvat hendir við teimum, sum koyra aftaná, muga vit sanna, at hetta ikki er gott fyri ferðslutrygdina . Fólk fara at ótolnast og taka kjansir, tá vit yvirhála viðkomandi – júst sama niðurstøða, sum granskingin er komin til. Vil við hesum dømi mínum vísa á, at frávik niðureftir (koyra spakuliga) er líka vandamikil, sum frávik uppeftir (koyra skjótt). Eitt fyribrigdi, sum sakkunnleikin her á landi ikki viðgerð.
LES MEIRA HER




