Viðurskifti, ið snúgva seg um jørð, hava altíð hugtikið nógvar føroyingar.
Fyri stuttum kom ein bók “Hagar og seyðamark” sum Kári Thorsteinsson hevur greitt úr hondum. Hetta er dagføring av fyrru bókini, sum kom í 2001.
Ein áhugaverd bók, ið hvussu ferð hjá teimum, sum dagliga fáast við landbúnarviðurskifti av ymiskum slag. Ikki minst hjá teimum, sum hava við haga og seyð at gera.
Innihaldsyvirlitið er drúgvt og fjøllbroytt og tað sum verður greitt frá í bókini er bæði sigandi og viðkomandi.
Tað kemur eisini væl við, at bókin er og eigur at verða dagførd, serstakliga hvat seyðamarki viðvíkur. Tað tykist, sum um tað er frammi í tíðini, at hagapartar verða sundurbýttir og soleiðis ofta nýggj mørk tikin í brúk.
Ein bók, ið kemur væl við hjá mongum og eigur at verða tøk á hvørjum hagastýrisfundi.




