Nú sær út til, at P/F Norðoyatunnilin kann byrja uppá arbeiði við at tilrættarleggja inntakið til tunnilin Borðoyarmegin.
P/F Norðoyatunnilin er fyri nakað síðani farin í gongd við arbeiðið uppá tunnilin Lorvíksmegin. Nakað av stríðið hevur staðist av ognan av lendi innangarðs og uttangarðs á Uppsølum.
Hóast Norðoyatunnilin og eigararnir innangarðs á Uppsølum enn ikki eru vornir samdir, so er semja gjørd millum Hagastýrið á Uppsølum og Norðoyatunnilin um lendið uttangarðs, har tunnilsmunnin og partur av vegnum til tunnilsmunnan skulu gerast.
Lendið liggur beint omanfyri vegin til bátahylin á Borðoyarvík og harvið lætt atkomiligt eftir tí vegnum, so nú skuldi onki verið í vegin fyri at P/F Norðoyatunnilin kann fara ígongd við sjálva tunnilsgerðina á Borðoynni.




