Fólkatalið í miðstaðarøkinum veksur í takt við inntøkurnar hjá almennu Føroyum, meðan fólkatalið í eitt nú Norðoya Sýslu fylgir avreiðingar- og útflutningsviðrinum hjá vinnuni. Á myndini omanfyri eru grafar samanteknaðir av útflutningsvirði av fiskavørum og inntøkum hjá Heimastýrinum samanborið við fólkatal í norðoyggjum og streymoy frá 1998 til 2016
Fólkatalið í miðstaðarøkinum veksur í takt við inntøkurnar hjá almennu Føroyum, meðan fólkatalið í eitt nú Norðoya Sýslu fylir avreiðingar- og útflutningsviðrinum hjá vinnuni.
Vit hava kaga í Hagtalsgrunnin hjá Hagstovu Føroya og tekna grafar, sum vísa gongdina í almennu inntøkunum hjá Landskassanum og stovunum undir Heimastýrinum, síðan 1998. Við at samanbera inntøkurnar hjá Heimastýrinum, við fólkatalið í Streymoyar Sýslu, sæst at hesi fylgjast sera tætt. Men inntøkurnar hjá Heimastýrinum og fólkatalið í Norðoyar Sýslu, fylgjast als ikki.
Hinvegin líkist gongdin í fólkatalinum í Norðoyggjum sera væl avreiðingar viðrinum og útflutningsvirðinum hjá føroysku fiska og alivinnuni.
Serliga líkist gongdin í fólkatalinum nógv gongdini í landingarvirðinum á feskfiski.
Norðoyggjar hava altíð verði sera tætt knýttar at vinnuni og nú politiska skipanin arbeiðir við at taka meira inn til landskassan frá vinnuni, er eingin ivi um at hetta fer at ávirka og skeikla bústaðarmynstrið í landinum enn meira, um ikki inntøkurnar hjá land og kommunum vera útjavnaði til allar partar av landinum.
Hesin sera grundleggjandi parturin av virðisbýtinum í samfelagnum hevur als ikki verið partur av politiska kjakinum. Norðlýsið hevur fyri kortum víst á, at hóast løgmaður í løgmansrøðuni hefti seg við at fólk í ávísum pørtum av fiskivinnuni høvdu fingið ein stóran lønarvøkstur, so tók hann ikki upp á tungu at miðalinntøkan í høvuðsstaðnum framvegis er munandi hægri enn í øðrum økjum kring landið.
Tosið um eina kommunala útjavningar skipan av almennu inntøkunum er ikki á politisku dagsskránni hóast hetta er týðandi partur av samfelagsbúskapinum hjá ein hvørjari framkomnari tjóð.
Grundtankin aftan fyri nýskipanini av fiskivinnuni er at almennu Føroyar skulu hava meiri pengar frá vinnuni. Úrslitið kenna vit alt ov væl. Sentraliseringin av føroyska bústaðarmynstrinum fer at økjast í takt við at almennu Føroyar, sum fyri tað mesta býr á miðjuni fær størri og størri inntøkur.
Politiska skipanin er ikki frægari enn aðrar skipanir. Hon býtir fyrst til sín sjálvan meðan nakrir fáir molar verða tveittir út til løgnu fuglarnar sum velja eitt lív uttan fyri miðjuna.
Tí er umráðandi at vit fáa eina skipan har vinnan, sum seinastu árini hevur fingið fólkatali á bygd at venda frá niðurgongd til vøkstur, samstundis sum vinnan eisini hevur fingið miðalinntøkuna, hjá eitt nú norðoyingum at vaksa munandi, ikki verður bundin niður.
Politikarar í øllum flokkum, uttanfyri miðstaðarøkið vita alt hetta og skylda tjóðini at miðøkið ikki sleppur at súgva mergin úr útjaðaranum. Almennu Føroyar koma altíð at vanta pening, men gamalt er at ”tú mást ikki múlabinda oksan ið treskir”!
Hevur vinnan tað gott, er menning og framgong í økjunum har vinnan býr.




