Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hagtøl: Javnt og spennandi millum B36-KÍ

Jákup Ósá

Vit hava hugt eftir, hvussu tað hevur gingið hjá KÍ í Gundadali móti B36 síðstu árini.

KÍ skal brúka páskirnar til B36 í Gundadali. B36 er oddalið og steypavinnari. Annar dysturin er í landskappingini (Skírisdag) og hin er í kappingini um løgmanssteypið (2. páskadag).

 

Spennandi dystir í væntu

Sambært hagtølunum síðstu árini, so kunnu vit vænta spennandi dystir. Av síðstu 11 dystunum í Gundadali millum hesi liðini, so er tað bara einaferð endað við meir enn einum máli á muni. Eitt annað sermerkt er, at bara ein dystur er endaður við javnleiki. So tað er kanska ikki so sannlíkt, at vit fáa longda leiktíð og brotssparkskapping í steypadystinum.

 

2018: B36-KÍ 2-1

2018: B36-KÍ 3-2

2017: B36-KÍ 1-3

2017: B36-KÍ 1-1

2016: B36-KÍ 0-1

2015: B36-KÍ 2-1

2015: B36-KÍ 1-0

2014: B36-KÍ 0-1

2014: B36-KÍ 2-1

2013: B36-KÍ 2-1

2012: B36-KÍ 2-3

 

Dystir: 11

B36 vunnið: 6

Javnleikur: 1

KÍ vunnið: 4

B36 skorað mál: 16

KÍ skorað mál: 15