Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hagtøl: Mást hava styrk uttanífrá

Jákup Ósá

Hagtølini eru greið fyri liðini, sum spæla seg út í Europa. Í miðal skulu 7 leikarar uttanífrá til hjá liðunum, sum spæla seg út í Europa.

Ein spurningur sum ofta er viðgjørdur í føroyskum fótbólti er, í hvussu stóran mun eitt lið má styrkjast við leikarum uttanífrá. Leikarum sum ikki eru uppaldir í felagnum. KÍ hevði t.d. í 2013 eitt reint lokalt lið, har allir leikararnir vóru uppruna KÍ leikarar – uppaldir í felagnum. Men hyggja vit eftir bestu liðunum í deildini, so sæst, at tað er ómøguligt at koma út í Europa, um ein ikki hevur minst 4 leikarar uttanífrá. Síðani KÍ flutti upp í 2011 er tað bara NSÍ í 2014, sum hevur megnað at sloppið í Europa við 4 leikarum uttanífrá. Øll hini árini hava liðini havt minst 5 leikarar uttanífrá. Í miðal liggur talið á leikarum uttanífrá á 7 fyri tey 16 liðini, sum seinastu 4 árini hava spælt seg út í Europa.

Niðanfyri hava vit kanna eftir á FaroeSoccer um, hvussu nógvar leikarar uttanífrá liðini hava havt, sum hava spælt seg út í Europa. Bert leikarar sum hava spælt 500 minuttir ella meir telja við. Hetta er gjørt tí, at ein leikari sum hevur spælt minni enn hetta sjáldan hevur spælt stórvegis leiklut, og tí ikki kann viga tungt í tí, sum man kallar at fáa styrk úti frá.

2014

B36 7 leikarar uttanífrá

HB 9

Víkingur 5

NSÍ 4

2013

HB 7

ÍF 7

B36 9

Víkingur 5

2012

EB/Streymur 7

ÍF 8

HB 7

Víkingur 9

2011

B36 6

EB/Streymur 7

Víkingur 6

NSÍ 7

Støðan hjá KÍ

Hyggja vit so eftir, hvussu nógvir leikarar uttanífrá hava leikt við KÍ, so sæst, at liðið í nógv ár liggur undir tað, sum hagtølini siga skal til fyri at røkka Europa. Men í 2006, 2007 og 2008 hevði liðið fleiri enn 4 leikarar, har tað bara í 2006 eydnaðist at koma út í Europa.

Listin yvir leikarar uttanífrá hjá KÍ, sum hava leikt minst 500 minuttir aftur til seinasta FM heitið í 1999 sær soleiðis út:

2014: 3

2013: 0

2012: 3

2011: 4

2010: –

2009: 2

2008: 5

2007: 5

2006: 6

2005: 2

2004: 2

2003: 2

2002: 2

2001: 2

2000: 3

1999: 4