Føroyar hava skorað 6 mál undir Lars Olsen sum landsliðsvenjara.
Tey eru komin í hesum skrásettu dystunum:
12. oktober 2012: Føroyar-Svøríki 1-2
16. oktober 2012: Føroyar-Írland 1-4
6. september 2013: Kasakstan-Føroyar 2-1
11. oktober 2013: Føroyar-Kasakstan 1-1
19. november: Malta-Føroyar 3-2
Málskjúttar:
2 mál: Rógvi Baldvinsson og Hallur Hansson
1 mál: Fróði Benjaminsen, Arnbjørn T. Hansen
Upplegg:
2: Jónas Tór Næs
1: Daniel Udsen, Jóan Símun Edmundsson og Christian L. Holst
Til málið hjá Rógva móti Malta var føroyskur leikari, sum legði upp til málið.
Her skal sigast, at til eina uppleggið hjá Jónas og eina hjá Daniel Udsen royndi mótstøðuleikari at fáa bóltin burtur áðrenn málskjúttin fekk bóltin. Tí er tað ein tulkingarspurningur, um teir skulu hava upplegg fyri hetta ella ei. men í yvirlitinum hava teir fingið tað við sum síni upplegg.
Triðseinasta fót á:
Fara vit so enn longur og hyggja eftir, hvør var triððsenasti føroyski leikarin ná bóltinum, tá mál spurdist burturúr, so særlistinnsoleiðis út:
2: Jónas Tór Næs
1: Fróði Benjaminsen, Rógvi Baldvinsson
Eingin var triðseinast á báðum málunum, sum Rógvi Baldvinsson skoraði.
Verjuleikarar vandamiklast
Tað sum serliga er áhugavert í gatølunum er, at tað eru tveir leikarar í bakketuni, sum eru vandamiklastu leikararnir hjá Føroyum. Jónas Tór Næs hevur verið við í 4 av teimum 6 føroysku málunum, meðan Rógvi Baldinsson hevur verið við í 3 av málunum. Serliga Jónas hevur mangan verið kritiseraður fyri ikki at geva liðnum nóg nógv frameftir, men hagtølini siga nakað annað. ì øllum førum tá man hyggur eftir føroysku málunum. Síðani koma Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen, sum hava verið við í 2 málum.
Eisini er áhugavert, at bara einaferð hevur Føroyar skorað eftir deyðbóltsstøðu. Tað var móti Svøríki, tá innkast innlegg endaði við at Rógvi Baldvinson skoraði.




