Bara tvær ferðir seinastu 18 árini hevur ein FM vinnari verið meira enn 3 stig frá oddasessinum eftir 9 umførum. Tað er ongantíð hent hesi árini, at ein FM vinnari hevur verið meira enn 5 stig frá oddasessinum eftir 9 umførum.
Niðanfyri vísa vit hagtølini fyri seinastu 18 árini sambært FaroeSoccer eftir 9 umførum í Effodeildini.
Til vinstru hava vit árstal, síðani oddalið eftir 9 umførum, síðani FM vinnara, síðani mun millum 1 og 2 eftir 9 umførum, síðani mun millum oddalið og FM vinnara(tá FM vinnari ikki er á odda eftir 9 umførum og síðani hvat nummar FM vinnari hevur ligið eftir 9 umførum, tá hesin ikki hevur ligið á odda.
| Ár | Oddalið (9 umf.) | FM | Munur millum nr. 1 og 2 eftir 9 umfør | Munur frá FM vinnara til oddasess |
Hvat nummar liggur FM vinnarin | |
| 2013 | HB | ???? | 5-7 | |||
| 2012 | Víkingur | EB/Streymur | 1 | 1 | 2 | |
| 2011 | B36 | B36 | 1 | |||
| 2010 | ÍF | HB | 0 | 0 | 2 | |
| 2009 | HB | HB | 5 | |||
| 2008 | EB/Streymur | EB/Streymur | 5 | |||
| 2007 | EB/Streymur | NSÍ | 1 | 3 | 3 | |
| 2006 | EB/Streymur | HB | 3 | 3 | 2 | |
| 2005 | B36 | B36 | 2 | |||
| 2004 | HB | HB | 3 | |||
| 2003 | B36 | HB | 1 | 1 | 2 | |
| 2002 | HB | HB | 2 | |||
| 2001 | GÍ | B36 | 5 | 5 | 2 | |
| 2000 | HB | VB | 2 | 2 | 3 | |
| 1999 | KÍ | KI | 3 | |||
| 1998 | HB | HB | 5 | |||
| 1997 | B36 | B36 | 3 | |||
| 1996 | GÍ | GÍ | 3 | |||
| 1995 | HB | GÍ | 3 | 5 | 4 | |
Fakta:
18 ár eftir 9 umfør(síðani ein vunnin dystur gav 3 stig). Síðani 2005 eru leikt 27 umfør. Áðrenn vóru leikt 18 umfør.
10 ferðir sami FM vinnari eftir fulla kapping sum eftir 9 umførum. 55,56 % av teimum 18 árunum er hetta hent.
15 ferðir hevur nr. 1 ella nr. 2 eftir 9 umførum vunnið FM. 83,33 % av árunum er hetta hent.
16 ferðir hevur FM vinnarin verið 3 stig ella færri frá 1. plássinum eftir 9 umførum. 88,89 % av árunum er hetta hent.
2 ferðir hevur FM vinnarin verið fleiri enn 3 stig frá nr. 1. Báðu ferð var munurin 5 stig og báðu ferð var kappingin 18 umfør. 11,11 % av árunum er hetta hent.
So kunnu vit leggja afturat, at um HB vinnur móti TB, so er munurin 7 stig millum nr. 1 og 2 eftir 9 umførum. Tað er ongantíð hent síðani vunnin dystur hevur givið 3 stig, at FM vinnarin hevur ligið meira enn 5 stig aftanfyri oddasessin eftir 9 umførum.
Niðurstøða
Hagtølini siga, at taka vit seinastu 18 árini sum grundarlag, so er 83,33 % møguleiki fyri, at FM fer antin til HB ella KÍ.
Hagtølini siga, at um HB fær javnleik móti TB og tískil verður 5 stig frammanfyri nummar 2, ið verður KÍ, so er 11,11% møguleiki fyri, at KÍ vinnur FM, um vit taka seinastu 18 árini sum grundarlag.
Hagtølini siga, at um HB leggur seg 7 stig framum KÍ, so er tað ongantíð hent áður seinastu 18 árini, at ein FM vinnari er funnin, sum hevur verið 7 stig aftanfyri eftir 9 umførum.
Tí kann staðfestast, at tað skal okkurt heilt óvanligt til útfrá hagtølunum seinastu 18 árini, um FM vinnarin 2013 ikki eitur HB, tó at tað tvær ferðir hevur eydnast einum liði at innheintað 5 stig(sum er munurin um HB og TB spæla javnleik í morgin) seinastu 18 dystirnar. Støddfrøðisliga ber tað væl til at eitt annað lið fær HB aftur, tí 54 stig eru eftir at kappast um.




