Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hagvarpið – nýggj tænasta frá Hagstovuni

Helgi Abrahamsen

Um tú vilt síggja feskastu tølini um føroyska samfelagið, so bjóðar Hagstovan nú eina nýggja tænastu, sum tey kalla “Hagvarpið”.

Um tú vilt síggja feskastu tølini um føroyska samfelagið, so bjóðar Hagstovan nú eina nýggja tænastu, sum tey kalla “Hagvarpið”.

“Nýggja tænastan er gjørd til kunningarskíggjar, sum tú kanst fylgja við í, tá tú kemur framvið,” sigur Hagstovan.

Víst verður eitt úrval av hagtølum, sum eru viðkomandi fyri samfelagið. Hesi fevna eitt nú um fólk, løn, inn- og útflutning, avreiðingar, gistingar, prístalið o.a. Tølini verða víst í grafum, sum verða dagførdir sjálvvirkandi so skjótt sum nýggjastu tølini eru tøk.

“Hagvarpið er ein liður í arbeiðinum hjá Hagstovuni at styrkja almenna hagtalskunnleikan um føroyska samfelagið. Vit arbeiða støðugt við at gera hagtølini meira atkomulig og lættari at brúka,” sigur Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni.

Hagvarpið kann síggjast her.