Hákon Bjarnason fekk sína fyrstu tónleikaundirvísing í 1996, men byrjaði í nýggja Tónlistarskúlanum í Kópavogi á heysti 1998. Í fyrstuni hjá Ragnari Bjørnsson og síðani hjá Jonas Sen.
Á heysti 2003 byrjaði hann á Tónlistarskúlanum í Reykjavík, har hann fekk undirvísing frá Halldór Haraldsson. Tvey ár seinni fór hann í tónlistardeildina á Listaháskúla Íslands, har hann eisini hevði Halldór Haraldsson sum høvuðslærara. Eftir ætlan tekur hann BA prógv frá Listaháskúla Íslands í vár, 2008.
Síðsta ár í oktober var Hákon ein av fýra bestu næmingunum í solistakapping sum Listaháskúli Íslands og Symfoniorkestur Íslands skipa fyri. Í framhaldi av tí spældi hann klaverkonsert nr. 1 av Prokofiev við Symfoniorkestri Íslands nú í januar. Klaverkappingin hjá Íslandsdeild EPTE hevur verið trýggjar ferðir, og har hevur hann tvær ferðir vunnið 1. virðisløn og eina ferð 3. virðisløn.
Síðsta heyst var hann á Sibelius Akademiuni í Helsinki sum skiftinæmingur. Høvuðslærari hansara var Juhani Lagerspetz, men eisini fekk hann undirvísing frá Matta Raekallio og Eero Heinonen.
Hákon hevur verið til Master Class hjá nógvum klaverspælarum, m.o. Diane Andersen, Stephen Hough, Vitaly Margulis og Ann Schein.
Hákun verður at hoyra í Christinaskirkjuni í kvøld (hóskvøld) kl. 21.00, saman við Páll Palomares ið spælir violin.




