Hóast andstøðuleiðararnir hava sett fram misálit á løgmann so kappast tey sum ætla at atkvøða fyri einum misáliti at rósa løgmanni sum persóni.
Hóast andstøðuleiðararnir hava sett fram misálit á løgmann so kappast tey sum ætla at atkvøða fyri einum misáliti at rósa løgmanni sum persóni.
Poul Michelsen, Aksel V. Jóhannesen og Høgni Hoydal hava roynt at lagt dent á at tað er ikki persónurin Kaj Leo Jóhannesen sum tey hava nakað ímóti. Poul Michelsen segði seg hava eitt rættiliga gott persónligt forhold við Løgmann og Aksel V. Jóhannesen segði at hann hevði havt eitt sera gott samstarv og samskiftið við Løgmann tá teir sótu í samgongu, men at hann samstundis ikki kundi góðtaka politisku handfaringina í hesum málinum.
Persónligu rósirnar hava verið nógvar til løgmann.




