Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Halda Summar Festival á Kósini

Jákup Ósá

Eisini norðuri á Kósini er Summar Festival stemningur í dag. Jens Marni Hansen spældi og grilling var á skránni seinnapartin.

Á Kósini hava tey hava nógv at gjørt seinastu tíðina, men nú skal Summar Festivalur haldast. Kl. 15.00 í dag var grilling á skránni fyri starvsfólkunum hjá Kósini og øðrum hjálparfólkum. Jens Marni Hansen spældi nakrar sangir. Jú tað merkist í Klaksvík, at Summar Festivalur er á skránni.