Formaðurin í nevndini fyri Atlantic Airways, Niels Mortensen, slær fast at tað verður nevndin og leiðslan fyri Atlantic Airways sum fer leggja nýggja strategi fyri føroyska flogfelagið og hann ávaraðar ímóti at gera hetta til eitt politiskt strið um loysing ella samband.
Formaðurin í nevndini fyri Atlantic Airways, Niels Mortensen, slær fast at tað verður nevndin og leiðslan fyri Atlantic Airways sum fer leggja nýggja strategi fyri føroyska flogfelagið og hann ávaraðar ímóti at gera hetta til eitt politiskt strið um loysing ella samband.
Skjótt eru tríggir mánaðir farnir Jørgen Holme setti seg í cockpittið í Vágum og samstundis hevur nevndin í Atlantic Airways biðji felagið Quartz & Co um at ráðgeva nevdini í at finna eina nýggja strategi, sum eftir ætlan skal verða liðug hálvan juni.
– Tá eg tók við tilboðnum um at gerast nevndarformaður í Atlantic Airways var tað tí at eg helt at eg kundi tilføra felagnum nakað og tí at eg hevði ein stóran áhuga fyri felagnum og var eisini sannførdur um at broytingar vóru neyðugar á fleiri økjum.
– Men um nakar heldur at eg sum formaður í flogfelagnum ætli mær at renna ørindi fyri ein ávísan flokk ella eitt ávíst landsstýrið so kenna fólk ikki meg. Men eg síggi í miðlunum at tað eru nógv sum royna at fáa málið at snúgva seg um politikk og serliga Danmark kontra Føroyar og eydnast hetta er stórur vandi á ferð.
– Eg fái tíanverri ikki sagt so nógv um hví neyðugt var at skifta leiðsluna út og hvat tað er sum vit arbeiða við, tí Atlantic Airways er sum eitt børs notera felag bundið av strongum eftirlitskrøvum. – Men eg kann siga so mikið at tað verður ikki ein ráðgevingarfyritøka sum kemur at taka avgerð um hvørja kós vit seta – tað kemur einans nevndin og leiðslan í felagnum at avgera. Vit hava biði eina altjóða fyritøku um at ráðgeva okkum í arbeiðinum at velja eina kós fyri felagið sum m.a. skal tryggja at føroyski brúkarin far so nógv fyri ferðaseðilin sum gjørligt.
– Tá vit eru vorðin samd um eina nýggja strategi fara vit at leita eftir einum nýggjum stjóra og har haldi eg sjálvur at vit eiga at finna eina føroyska loysn.
– Tað er sera týdningarmikið at vit fáa arbeiðsfrið tí í hesi tilgongdini eru øll viðurskifti í felagnum til diskutión.
– Vit noyðast at broyta okkum so vit kunnu liva upp til tey krøv sum ferðafólk og vinna krevja í dag, tí hugburðurin hjá brúkarunum til Atlantic Airways er broyttur sera nógv seinastu árini. Tá felagið kappaðist við Maersk var ein ótrúlig vælvild millum føroyingar fyri flogfelagnum, men hetta er ikki veruleikin í dag og tað mugu vit fyrihalda okkum til, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.




