Tað sýnist sum um politiski myndugleikin endiliga hevur fingið eyguni upp fyri, hvussu stóran týdning stóru útjaðaraøkini í landinum hava, fyri inntøkur landsins.
Skiftandi virkisleiðarar á fiskavirkjum hava ferð aftaná ferð undirstrikað, hvussu illa arbeiðissteðgir koma við hjá teimum, orsakað av at teir í nógvum førum eru bundnir at sáttmálum við útlendskar fyritøkur, har virkini hava bundið seg til at útvega keyparum avíst tonsatal ella kilotal av fiski til ávísar dagar. Vit vita øll, at fiskur hevur stert og at hann ikki altíð svimur sama veg sum vit vilja og tí hava fiskavirkini nokk í dagliga strevinum at útvega sær rávøruna til framleiðsluna.
Tá so arbeiðissteðgir, ið hava verið rættuliga títtir seinnu árini hvørjaferð skulu leggja útjaðaraøkini lamin hvat fluttningi viðvíkur, so sigur tað seg sjálvt, at tað at halda avtalur við keyparar, má vera ein kabala, sum er sera ring hjá virkjunum at fáa at ganga upp.
Eitt er at teir noyðast at liggja stillir tá egnu arbeiðisfólk eru í arbeiðissteðgi, tað átti at verið nóg mikið, men um teir eisini, orsakað av livsæðrini um firðir og sund, sum verður blokerað, hvørjaferð fakfeløg sum lítið og einki hava við virki teirra at gera, skulu steðga framleiðsluni, so er sjálvsagt at hetta gerst ovmikið møtimikið og vandi er tá eisini fyri, at vinnulívsmenn aftrað seg við at leggja virksemið sítt í økjum har onki fast samband er.
Samstundis sum okkara politikarar hava brúkt nógva tíð í tinginum at tosað um útjaðara og politikk í sama høpi, so hava teir higartil ikki megnað at tryggja virkjunum í útjaðaranum nøkunlunda javnbjóðis umstøður at virka undir, sum teimum økjum, ið hava fast samband, og tað er klárt at eisini hetta er við at avfólka útjaðaraøkini.
Vit í Norðoyggjum eru nú heppnir, tí okkum stendur í boði, um stutta tíð, at taka í nýtslu, fast samband um Lorvíksfjørð, og tá er hetta søga í okkara høpi.
Í skrivandi stund sita Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið, saman við semingsmonnunum og royna, um teir ikki alíkavæl klára at fáa sáttmálan upp á pláss uttan uppílegging frá tinginum. Hóttan hongur omanyvir samráðingunum, við tað at um so er at partarnir ikki semjast, so verður landsstýrisuppskotið lagt fram og helst samtykt. Tað fer at hava við sær at Strandferðsluskipini fara aftur í sigling.
Um so er at partarnir á arbeiðismarknaðinum megna at loysa trætuna sjálvir, so dettur átaki hjá landsstýrisflokkunum niðurfyri.
Tá er helst stórur vandi fyri, at Strandfaraskipini aftur fara at verða løgd næstuferð arbeiðissteðgur verður, tá fer tað valla at hava stórvegis týdning fyri Norðoyggjar, men fyri Suðuroynna ynskja vit ikki, at fólkið og virkini har, framhaldandi skuli liva við hesum óhugnaliga vápni, sum ávís fakfeløg hava ímóti útjaðaranum.
Tá erin orrusta er av, hava vit mangan verið út fyri at alt bert sovnar aftur og at trupulleikarnir verða lagdir á ís til næstu ferð.
Tað er at vóna, at menn nú, nú løgtingssamtyktin var so nær, loysa henda álvarstrupulleika eina ferð með alla.




