Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Halgir Winther Poulsen: Ikki rætt at lumpa uppskotið um nýggja vallóg gjøgnum tingið

John William Joensen

sigur kendi advokaturin Halgir Winther Poulsen, í viðmerking til ætlanirnar hjá Edmundi Joensen

– Eg havi ikki gjørt mær nakrar tankar um hvussu nógv valdømir vit eiga at hava í Føroyum ella ikki – men uppskotið hjá løgtingsformanninum er ikki serliga væl gjøgnumhugsað. 

– Eg haldi at løgtingið eigur at fyrireika eitt slíkt uppskot betri, tí ein vallóg eigur ikki at vera broytt bara í eini handvending.  Hon grípir inn í grundleggjandi prinsippir fyri fólaræði. 

– Lógin hevur verið galdandi síðan 1852 og tí hevði eg vænta at løgtingsformaðurin kundi komið við meira enn einum A4 arkið tá slík lóggáva verður broytt. 
– Fylgirnar av lógaruppskotinum eru slett ikki kannaðar og eingin veit í veruleikanum hvat hendir um uppskotið verður samtykt.
– Sum sagt haldi eg ikki at tingið eigur at fuppa ella lumpa eitt so grundlegjandi mál ígjøgnum, men heldur áttu menn at farið undir at gjørt eina meiri grundleggjandi kanning av spurninginum – áðrenn ein fór undir at broyta lógina.