Í blaðnum sum kemur í sølubúðirnar í dag hyggja vit enn einaferð í rúgvusmikið skjalainnlit sum vísir gongdina í málinum sum endaði við at Klaksvíkar Kommuna yvirtók ítróttarhallirnar.
Í blaðnum sum kemur í sølubúðirnar í dag hyggja vit enn einaferð í rúgvusmikið skjalainnlit sum vísir gongdina í málinum sum endaði við at Klaksvíkar Kommuna yvirtók ítróttarhallirnar.
Hóast tað er nógv sum talar fyri at borgarar í Klaksvík og Norðoyggjum hava fingið eina sera góða loysn fyri ítróttarhallirnar í Klaksvík við tað at Klaksvíkar Kommuna hevur yvirtikið ábyrgd av hallunum og sett ein sera virkisfúsan leiðara sum er farin íðin til verka, so er viðgerin og tilgongdin til málið sera áhugaverd.
Ein av stóru pørtunum í málinum er Norðoya Sparikassi ein peningastovnur sum hevði nógvar milliónir hangandi í leysum lofti tí Badmintonhøllin longu eitt ár eftir at høllin var tikin í brúk í 2007 hvørki megnaði at rinda rentur ella avdrøg.
Skjalainnlitið vísir at umsitingin í Kl. Býráð er sjálvandi sinnað at verða við til at hjálpa neyðstadda Badmintonfelagnum men gerð greitt mótvegis peningastovninum at býráðið hevur ikki hevur ábyrgd ella vilja til at átaka sær skuld hjá einum skuldara hjá Norðoya Sparikassa. Leiðslan í Norðoya Sparikassa vísir hinvegin á at sparikassin ongantíð hevði fíggja byggingina um Kommunan ikki upprunaliga hevði játta baði stuðul til íløgu og rakstur og vísir til lyftir sum baði peningastovnur og Badmintonfelag fekk frá fyrrverandi leiðsluni í Klaksvíkar Býráð og táverandi borgarstjóra.
Eisini vísir skjalainnlitið at grunnurin Samkomu Stuðlar hjá samkomuni í Betesda sum í 2007 setti 1 mió. Kr. í kontantum peningi í Badmintonhøllina afturfyri tinglisin brúksrættindi av høllini sum var lýstur frammanfyri tinglisna klausulin hjá peningastovninum, fekk eitt endurgjald í reiðum peningi tá Kommunan keypti hallirnar.
Taparar vóru eisini tí sambært skjalainnlitinum misti KÍ eina millión krónur, sum felagið setti í høllina sum partapening tá P/F KÍ høllin varð stovnað í 2005. Kí fekk einki endurgjald og var noytt til at avskriva partapeningin. Sparikassin noyddist eisini at avskrivað umleið 25% av skyldunum í hallunum.
Í blaðnum viðgera vit drúgva skjalainnlitið og gera okkara metingar um eitt nú politisku avleiðingarnar av hallarmálinum.
Blaðið verður í sølubúðunum seinrapartin eftir kl. 16




