Nú nógv kjak hevur verið frammi um at Klaksvíkar Kommuna yvirtók ítróttarhallirnar í býnum, fari eg at gera nakrar viðmerkingar til málið.
Nú nógv kjak hevur verið frammi um at Klaksvíkar Kommuna yvirtók ítróttarhallirnar í býnum, fari eg at gera nakrar viðmerkingar til málið.
Orsøkin til at eg legði uppskot fram um at yvirtaka hallirnar, var tí at er var yvurbevístur í at hetta var tann besta og tryggasta loysnin. Tað lá heldur onki uppskot á borðinum tá, at taka støðu til, um at yvirtaka hallirnar
Einasta uppskoti sum var frammi, var um ein Sjálvognarstovn, sum var eitt uppskot, sum bara skuldi avgreiðast, fyri at hallirnar ikki skuldi stongja undan valinum. – Eitt uppskot, sum kom at kosta nógvar milliónir meira.
Eg kannaði malið gjølla. Serliga tann fíggjarliga partin.
Eg hugdi eftir eigaraviðurskiftini í øllum hinum hallinum í Føroyum.
Har eru hallirnar riknar av kommunum. Tí legði eg eitt broytingar uppskot fram.
Fíggjarligi munurin á uppskotinum.:
Yvirtøka : Sjalvognarstovn : Munur :
Upphædd: Upphædd: Sparing:
Kr. 14,8 mió 17,6 mió kr. 2,8 mió
Renta(ÅOP) Renta(ÅOP): Munur
3,90 % 5,61 % 1,71 %
Hetta gevur eina rentusparing í láninum kr. 3,49 mió
(Rentan fór seinni longur niður)
Samlaða sparingin er kr. 6,29 mió
Sostatt spardu vit góðar 6 milliónir við at yvirtaka hallirnar.
Haraftrat kann hugsast at raksturin bleiv dýrari við sjálvsognarstovni, við tað at ein nevnd skal skipast, sum er lið ímillum kommununa og tey, ið reka skulu høllina.
Nú kunna hesar milliónir nýtast til átrokandi ábøtur serliga á KÍ-høllina.
Hetta verður væntandi gjørt yvir 3-5 ár.
Sostatt fingu vit eina loysn sum er varandi !
Sum Kommuna hava vit nakrar ábyrdir mótvegis borgarunum, eitt nú við at hava barnaansing og skúlar, eins og frítíðarmøguleikar, so sum svimjihøll og Ítróttarhallir.
Hyggur tú eftir, hvør yvirtøkukostnaðurin er, í mun til um kommunan skuldi bygt hesar hallirnar nú, so er talan um nógvar milliónir afturat í sparing.
Sum dømi kann nevnast, at tað almenna hevur bygt eina ítróttarhøll á Sandi, sum kostar umleið 30 milliónir.
Slitið samstarv, einki við málið at gera.
At samstarvið ímillum Fólkaflokkin og Sjálvstýrið endaði, hevur onki við hetta málið at gera.
Sum øllum kunnugt, so vóru táverandi varaborgarstjóri og eg, ikki samdir í hesum málið.
Eg kann upplýsa, at táverandi varaborgarstjóri, ringdi til mín valmorgunin, tann 13 november klokkan 09, og ynskti at tosa við meg.
Vit tosaðu saman og blivu samdir um, at tað sum var farið, var farið. Tí vit høvdu annars havt eitt fyrimyndarliga gott samstarv.
Vit avtalaðu valmorgunin, áðrenn vit fóru hvør til sín, at vit skuldu tosa saman tá valúrslitið var komið.
Men eg frætti onki frá honum, og tá ið eg kom til Klaksvíkar tað kvøldið, høvdu borgarstjórin og varaborgarstjórin tosað saman. Og úrslitið av tí var, sum øll vita, at í dag situr Jógvan Skorheim í einari aðari samgongu.
Eg gjørdist tískil ongantíð partur av nakrari samráðing til eina býraðssamgongu eftir seinasta val.
Sum tað framgongur í greinini í Norðlýsinum, so atkvøddi núverandi borgarstjóri ímóti at yvirtaka hallirnar áðrenn býraðsvalið, men eftir valið tók hann undir við mínum uppskoti.
Atli Steinbjørn Justinussen
Býraðslimur fyri Fólkaflokkin




