Meðan Vendsyssel FF hevur útleigað ein leikara til KÍ, so hevur felagið keypt ein úr Víkingi.
Meðan Vendsyssel FF hevur útleigað ein leikara til KÍ, so hevur felagið keypt ein úr Víkingi.
Fyrr í kvøld skrivaðu vit, at nógvar søgur gingið um, at Hallur Hansson var ávegis til útlandið, men at fleiri persónar ikki vildu gera stórvegis viðmerkingar til hetta. Søgan var í Norðlysinum í seinastu viku, so tað er ikki vist, at Víkingur hevði viðmerkt á sama hátt í dag. Men tað gekk ikki long tíð, so visti Hallur Hansson at siga fyri in.fo, at hann hevði gjørt ein tvey og eitt hálvt ára sáttmála við Vendsyssel FF í næstbestu donsku deildini.
– Eg eri væl nøgdur um, at eg havi fingið sáttmála uttanlands, og eg haldi hetta er rætta tíðin hjá mær at skifta, sigur Hallur í stuttari viðmerking til in.fo.
Les eisini:




