Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hallur Hansson til Víking

Jákup Ósá

21 ára gamli landsliðsleikarin Hallur Hansson skal leika við Víkingi í 2014, váttar Víkingur nú.

Víkingur og Hallur Hansson eru komin ásamt um ein eitt ára sáttmála. Víkingur fegnast um, at Hallur hevur valt at spæla fyri felagið hettar kappingarárið. Víkingur hevur leingið leita eftir einum profili, ið kann styrkja liðið í strembanini eftir fremsta plássið, og sigast kann ikki annað, enn at við tilgongdini av Halli, hevur Víkingur fingið ein tann mest spennandi leikaran í Føroyum fótbólti júst nú, skrivar Víkinga heimasíðan.

Lesararnir á nordlysid.fo hava helst tulkað støðuna seinastu dagarnar sum, at tað bleiv Víkingur, sum dró tað longsta stráið. Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, beinleiðis váttaði, at teir høvdu bjóðað Halli sáttmála, meðan formaðurin í B36, Heiðrikur Christiansen, segði, at høvdu áhuga, men einans fyri rætta prísin. Hann vildi ikki vátta, at teir høvdu bjóðað nakran sáttmála. Og fyrr í dag segði so formaðurin í EB/Streymi, Sigvald Zachariassen, at teir ikki høvdu havt samband við Hall í eina tíð. Norðlýsið var eisini í samband við flestu av hinum liðunum, og tey vóru ongantíð í samráðingum við Hall.