Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hallur Joensen, Marius og Jens Marni á Eystanstevnu

(Hannefía Joensen)

Tey, sum skipa fyri Eystanstevnuni í ár, hava lagt seg eftir at gera meiri burturúr tónleikinum – tey hava ein ætlan um at uppbyggja sín egna tónleikafestival. Í ár verða ikki færri enn 4 pallar settir upp. Tey hava roynt at leggja dent á góðan fólksligan tónleik, sum hóskar væl til stevnuna og rakar allar aldursbólkar, soleiðis at øll kunnu fáa nakað burturúr.

Í stóra tjaldinum á havnalagnum verður skipað fyri dansi við Hallur Joensen og Wolfgang – umframt at harmonikutónleikur, klaverspæl og felagssangur eru á skránni um dagin. Leygarkvøldið verður góður bryggjudansur at fara til í heiðateltinum. Á sjálvum stevnupallinum verða nøvn sum Jens Marni og Marius, Credo, Anna Nygaard ársins songrødd o.o at hoyra.

 Fyriskipararnir hava skipað tingini soleiðis, at tónleikatiltøkini ikki koma at órógva tann nógva ítróttin, ið eisini er á skránni Eystanstevnuvikuskiftið.