Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hallur Joensen spælir og signerar fløgur í FAST

John William Joensen

Leygardagin kl. 14:30 verður hugnaløta í FAST – Klaksvík – í samband við útgávuna av nýggju fløguni hjá Hallur Joensen.

Contrysangarin Hallur Joensen fer at syngja og spæla og FAST bjóðar ókeypis kaffi, winarbreyð og smyrjubreyð.

Hallur ferð eisini at signera fløguna, sum er framleidd í Nashville.