Í dag kl. 16.00 verður ein heldur øðrvísi konsert í Atlantis, har tveir høvdingar hittast á palli. Hans Andrias Jacobsen og Hallur Joensen hava á hvør sín hátt gjørt seg galdandi sum framúrskarandi tónleikarar, og á konsertini sunnudagin fara teir báðir at tulka og framføra sangir hjá hvørjum øðrum.
Norðlýsið hugdi inn í Atlantis ímeðan okkara tónleikasynir høvdu ljóðroynd.


