Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hálvfinala: Fakta um Víking og EB/Streym

Jákup Ósá

Serliga er tað í deyðbóltum, at EB/Streymur skorar síni mál hetta kappingarárið.Í kvøld er fyrra hálvfinala á skránni í kappingini um løgmanssteypið. Tey bæði stóru steypaliðini seinastu árini, Víkingur og EB/Streymur, møtast hesaferð í hálvfinaluni.

Serliga er tað í deyðbóltum, at EB/Streymur skorar síni mál hetta kappingarárið.

Í kvøld er fyrra hálvfinala á skránni í kappingini um løgmanssteypið. Tey bæði stóru steypaliðini seinastu árini, Víkingur og EB/Streymur, møtast hesaferð í hálvfinaluni.

Víkingur hevur gott tak á EB/Streymi. Í fjør vann Víkingur steypafinaluna 2-0, meðan Víkingur í 2012 vann steypafinaluna uppá brotssparkskapping móti EB/Streymi. Í landskappingini í fjør vann Víkingur tveir dystir og tann eini endaði við javnleiki. 

Fakta (úr landskappingini)

Hyggja vit eftir hagtølunum frá landskappingini í ár, so sæst, at EB/Streymur meir enn nakað annað er eitt lið, sum skorar stóran part av sínum málum uppá deyðbóltsstøður. 10 av 16 málum eru komin eftir deyðbóltsstøður ella 62,5 % av øllum málunum. Samstundis hevur EB/Streymur bara latið 3 mál inn uppá deyðbóltsstøður. Víkingur liggur í miðjuni innan deyðbóltssøkið, har liðið hevur skorað uppá 4 deyðbóltsstøður og latið mál inn í 5 deyðbóltsstøðum.

Víkingur

Pláss á stigatalvuni: 3

Toppskjútti: Finnur Justinussen (5)

Flest upplegg: Súni Olsen (4)

Deyðbóltar ímóti: 5

Deyðbóltarfyri: 4

EB/Streymur

Pláss á stigatalvuni: 5

Toppskjútti: Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen (4)

Flest upplegg: Niels Pauli Danielsen (4)

Deyðbóltar ímóti: 3

Deyðbóltar fyri: 10

Dómur:

Tað er lagt upp til javnan og spennandi dyst millum hesi bæði steypaliðini. EB/Streymur hevur longri steypa siðvenju, har teir hava verið í finaluni á hvørjum ári síðani 2007. Men innanhýsis hevur Víkingur sera gott tak á EB/Streymi og tað prógvaði dysturin sunnudagin eisini. Samstundis hevur Víkingur eina munandi betri gongd í løtuni og heimavøll. Tí liggur sigurin til Víking, men EB/Streymur kann væl fáa okkurt mál – mest sannlíkt uppá deyðbólt – og harvið varðveita stóran spenning til seinnu hálvfinaluna. Tað er eisini vandi fyri, at vit koma at síggja varin lið, sum fyrst og fremst hugsa um ikki at lata mál inn, tá talan er um fyrstu hálvfinaluna.

Tipping: 2-1 til Víking