Meting: Í kvøld verður fyrsta hálvfinalan leikt á Skála, har Skála tekur ímóti Víkingi.
Í steypakappingini er eingin styrkismeting, men lutakast, har øll kunnu møta øllum. Hetta hevur í ár hjálpt Skála væl, tí liðið er komið í hálvfinaluna uttan at hava møtt nøkrum liði í Effodeildini. Vegurin í finaluna hevur verið 6-0 og 2-1 sigrar á Undrinum og Giza Hoyvík. Víkingur hevur heldur ikki havt truplasta vegin, tí í fyrra dystinum møtti liðið FC Suðuroy úr næstbestu deildini, meðan mótstøðan var nakað truplari í kvartfinaluni, tá HB vitjaði í Sarpugerði, har Víkingur vann uppá brotssparkskapping eftir, at dysturin í vanligari leiktíð endaði 3-3.
Víkingur fær neyvan trupulleikar
Yvir tveir dystir fær Víkingur neyvan trupulleikar av Skála. So seint sum leygardagin spældu liðini móti hvørjum øðrum og hóast Skála hevði gott tak á Víkingi í fyrra hálvleiki, so endaði Víkingur við at vinna ein tryggan 3-1 sigur. Ein kanska heldur óvæntaður tryggur sigur, tí frammanundan høvdu KÍ og NSÍ havt stórar trupulleikar av Skála, hóast tey vunnu við málum í seinastu løtu. Tað sigur kanska nakað um, at Víkingur í løtuni er væl fyri til slíkar dystir. Leygardagin hevði Hans Pauli Samuelsen ein av sínum góðu døgum og fær Víkingur nú hann í gongd, so verður liðið trupult at steðga. Í 2014 endaðu báðir landskappingardystirnir millum hesi bæði liðini á Skála við javnleiki, meðan Víkingur bæði í 2014 og í ár hevur vunnið stórt á heimavølli móti Skála. Bæði liðini hava nærum alt fólkið tøkt.
Metingin
Víkingur er steypaliðið framum nakað annað og tað vildi verið nærum ein sensatión, um Skála skuldi komið í finaluna við at sligið Víking út yvir tveir dystir. Leygardagin sást, at tað er ein avísur munur á liðunum og okkurt bendur á, at Sámal Erik Hentze hevur uppskriftina uppá at vinna trygt móti Skála. Skála hevur spælt 8 dystir móti topp 5 liðunum í ár og bara einaferð hevur liðið fingið stig, hóast tað hevur verið nær við nakrar aðrar ferðir. Tí er ikki óhugsandi, at Víkingur longu í kvøld fær ein sigur, hóast ein javnleikur við málum neyvan er nøkur katastrofa hjá verandi steypavinnarunum. Skal Skála hava ein møguleika at koma í finaluna, so skal í øllum førum ein sigur til í kvøld, tí í Sarpugerði hevur Víkingur bara tapt einaferð í tvey ár. Tipping: 2 (1-2)




