Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hálvfinalurnar: NSÍ og Skála hava alt at vinna

Jákup Ósá

Í steypakappingini hava tapandi liðini í fyrru hálvfinaluni einki at missa í seinna dystinum.

Mikukvøldið vera seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Tveir greiðir favorittar eru til at koma í finaluna eftir úrslitini í fyrra dystinum, men søgan í steypakappingini sigur, at nógv løgið kann henda í seinna dystinum.

Víkingur-Skála

Víkingur er steypaliðið og hevur vunnið kappingina 4 ár á rað. Tað eru hagtøl, sum vilja nakað. Á útivølli eydnaðist eisini at fáa gott útgangsstøðið móti Skála. Hjá báðum liðunum er nærum full manning. Í Sarpugerði tapir Víkingur vanliga ikki og tá ein javnleikur eisini er nokk her, so er Víkingur greiður favorittur at koma víðari. Skála tykist vera eitt støðugt lið, sum kann geva harða mótstøðu til bestu liðini á einum góðum degi. Men fyri at Skála skal koma víðari her, so er neyðugt at Víkingur hevur ein ringan dag og Skála ein heilt góðan dag. Steypasiðvenjan hjá Víkingi er ov sterk til at liðið fer at blaka 1-0 leiðsluna burtur á heimavølli. Tipping: 1 (2-0)

NSÍ-KÍ

Bæði liðini eru nakað skerd til dystin. Hjá NSÍ skal eitt 4-1 tap innheintast og tí verður neyðugt at leypa á frá byrjan. Vit hava sæð í føroyskum steypafótbólti fyrr, at tryggar leiðslur frá fyrra dystinum kunnu innheintast og NSÍ hevur kanska bestu álopsdygdirnar í landinum, tí tað er framvegis NSÍ, ið hevur skorað flest mál í landskappingini. Men NSÍ skal skora minst trý mál og KÍ hevur bara tvær ferðir í ár latið meir enn eitt mál inn. Aðru ferð var móti júst NSÍ. Tað verður helst NSÍ, sum kemur at royna at mynda dystin og leypa á frá byrjan, meðan tað er eitt sindur trupult at meta um, hvussu KÍ liðið fer at takla dystin, tí við 4-1 leiðslu fer tað helst at liggja í leikarunum – tilvitað ella ikki – at fyrst og fremst hugsa um verjupartin. NSÍ kemur møguliga á odda, men má satsa meir og meir gjøgnum dystin, og tað kann gera, at KÍ fer at revsa teir í mótálopum, um m.a. Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð halda fram við núverandi forminum. Tí er ein tepur heimasigur ella ein javnleikur kanska besta boðið, tí gongdin seinastu tíðina hjá liðunum báðum bendur ikki á, at NSÍ megnar at endurtaka 3-0 og 4-1 sigrarnar á KÍ frá í fjør, hóast teir tá vístu, at tað ber til at vinna stórt á táverandi KÍ liðnum, har 6-7 leikarar tó framvegis eru teir somu. Tipping: X (2-2)

Harleyfacadeacryl