Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hálvleikur: KÍ á odda

Jákup Ósá

KÍ er á odda 1-0 í hálvleikinum í Klaksvík. Men TB kundi havt skorað minst eitt mál.

KÍ er á odda 1-0 í hálvleikinum í Klaksvík. Men TB kundihavt skorað minst eitt mál.

 

TB hevur spælt sera verjukent í fyrra hálvleiki. Men KÍhevur havt trupult við at spælt seg til møguleikar. Størsta møguleikan fyrstahálva tíman fekk TB, tá Ragnar Tausen spældi Poul Ingason púra leysan. Menskotið fór viðsíðuna av.

Tá 40 minuttir kom KÍ á odda við fyrsta stóra møguleikanum.TB misti bóltin í uppspælinum, bólturin endaði hjá Hjalgrím Elttør. Hann drógframvið TB málverjanum og skeyt í opna málið. 1-0 til KÍ.

 

Sum heild ein dystur, har KÍ hevur havt bóltin meginpartinav dystinum, men har TB átti størsta møguleikan burtursæð frá KÍ málinum.Framvegis er einki avgjørt í dystinum, tí KÍ hevur stórar trupulleikar við atskapa málmøguleikar higartil.