Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hálvthundrað størv tøk á Jobmatch

Danial Viðoy

Á árligu Jobmatch starvsstevnuni hava føroyskar fyritøkur, kommunur og almennir stovnar meira enn hálvthundrað størv tøk at bjóða teim vitjandi. Hetta tal er m.a. grundað á verandi starvslýsingar, og á eftirmetingar frá í fjør. Tá søgdu 41% av teim luttakandi fyritøkunum og stovnunum, at tær høvdu eitt til tvey tøk størv at bjóða, og 9% søgdu seg hava upp til fýra tøk størv. Harumframt vóru eisini nakrir stovnar, sum høvdu meira enn fimm tøk størv at bjóða fram á Jobmatch.

TÍÐINDASKRIV – SYNTESA:

Í ár er Jobmatch fullteknað við 45 fyritøkum og stovnum, og hetta er meira enn ein tvífalding í mun til fyrstu ferð Jobmatch varð fyriskipað í 2008. Stóra luttakaratalið skal helst eisini síggjast í mun til, at arbeiðsloysi er sera lágt í Føroyum. Men eftirmetingarnar frá undanfarnum árum vísa eisini, at luttakarar hava stóran áhuga í at koma á tal við útisetur og við fólk undir lestri, eins og við útbúgvin fólk, sum búgva í Føroyum.

Øll árini hevur býtið millum vinnuliga og almenna geiran verið rættuliga javnt millum luttakarar á Jobmatch. Í ár luttaka 23 fyritøkur, 8 kommunalir stovnar og 14 almennir stovnar. Síðan byrjan hevur Tórshavnar kommuna verið sponsor til Jobmatch starvstevnuna – seinni árini saman við Bakkafrost.

Starvsstevnan byrjar hósdagin kl. 13, og til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo