Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hamas vann á Fatah

John William Joensen

Tað er nú greitt at militanti felagskapurin Hamas vann valið í palistinesiska sjálvstýrisøkinum í Gasa

Stjørnini hjá flokkinum Fatah, hevur góðkent valósigurin og hevur samstundis boða frá at hon er farin frá.
Valúrslitið kom sum ein skelkur hóast eygleiðarar høvdu vanta at Hamas hevði góðar møguleikar fyri at vinna á flokkinum Fatah, sum hevur havt valdið í sjálvstýrandi økinum síðani Ísrael trekti seg aftur.
Hamas hevur meirluta og tí verður tað upp til Hamas at skipa stjørn sigur ein talsmaður fyri Fatah flokkin við CNN í morgun.
Almenna úrslitið er vantandi á middegi í dag.