Á dag hevur verið hámessa í Nidarós dómkirkju í fagrasta veðri, har tað var long bíðirøð uttanfyri at sleppa inn, so nógv fólk vildu vera við til hámessuna.
Á dag hevur verið hámessa í Nidarós dómkirkju í fagrasta veðri, har tað var long bíðirøð uttanfyri at sleppa inn, so nógv fólk vildu vera við til hámessuna.
Eisini er orglið, sum upprunaliga er frá Ólavshátíðarhaldinum í 1930, útbygt og endurnýggjað – nú við nærri um 10.000 stemmum. Tróndheim Kommunan setti í 2012 av 53 mill til umvælingina av urguni, sum er av merkinum Steinmeyer.
So bæði undir pre- og postludium og ikki minst undir sálmasanginum brúsaði urgan í hesum stásiliga, rúmliga og søguliga bygningi, sum teir byrjaðu at byggja í 1070 og skal vera bygd á gravstaðið hjá Ólavur heilaga.
Nógvar konsertir standa á skrá komandi dagarnar og týsdagin koma Kong Harald og Sonja Drotning at vitja Nidarós dómkirkju, har bæði guðstænasta og konsert eru á skrá.




