Á “unplugged” konsertini í Spaniastovu í kvøld kanst tú hoyra heimskend hitt hjá Hamferð í øðrum líki enn vit vanliga kenna tey. Við hesi útgávuni bjóðar Hamferð tær nærri at tí skrivaða – og inniliga í tónleikinum. Tónleikur og orð í eini samanrening, sum nøkur fá fáa høvi at hoyra.
Samstundis eiga vit at hava í huga at hetta er tónleikur og frásøga, sum hava gjørt Føroyar kendar har úti, sum “nakrar krákur venda”. Ja, millum fólk, sum møguliga vistu millum lítið og onki um okkum frammanundan. Hesi eru nú, glað fyri, stolt av, at kenna tónleikin og søgurnar hjá Hamferð.




