Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hamferð & The Absent Silver King í Mentanarhúsinum

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið tann 17. mei kl. 20.00 verður stórsligin konsert við Hamferð, við upphiting av The Absent Silver King. Hetta er einasta innikonsert hjá Hamferð við fullari manning í Føroyum á hesum sinnið, og eykakonsert verður ikki. Tískil er rættuliga avmarkað atgongumerkjasøla.

Atgongumerki á 150,- kunnu keypast á netinum, við at trýsta HER, eisini ber til at keypa í Tutl og í Haraldsen.

TIL TEY SUM BÚGVA Í HAVN!!!
Busstúrur úr Tórshavn, tur-retur, verður gjørdur í hesum sambandi. Bussurin koyrir úr Sirkus (Vágsbotni) kl. 18.30 og koyrir til Tórshavn aftur kl. 23.00. Upphiting er í Sirkus frá kl. 17.00 og íroknað bussin er ókeypis atgongd í Sirkus eftir konsertina og okkurt leskiligt til busstúrin. Einans 50 Atgongumerki eru til sølu til bussin og kunnu einans keypast í Tutl og í Sirkus tann 17. mei, um atgongumerki eru eftir. Kostnaður einans 100,-

Mentanarhúsið –www.mh.fo