Samson O. Samson, sum eygleiðir grindina frá landi sigur at talan er um minst 150 hvalir.
– Í fyrstuni sóust tríggir bólkar – har eisini springarar vóru ímillum.
– Nú eru fimm bátar hjá grindini – tveir stórir bátar og tríggir speedbátar.
– Eg meti at talan er um hampiliga stóra grind – helst umleið hálvtannaðhundrað hval, sigur Samson O. Samson, fyri lítlari løtu síðan.




