Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HAMRADUN & Frank In A Phonebox

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 27. Februar kl. 20.30, verður at enn eitt brak av eini konsert í Tøting.

Tú hevur tá møguleika at uppliva tveir av mest áhugaverdu bólkunum í Føroyum í løtuni.

Hamradun:

Pól Arni Holm gjørdis kendur í Føroyum fyri nógvum árum síðani, tá ið hann sum sangari í Týr, veruliga tóku Føroyar og Ísland við storm, við kvæðarokk lagnum Orminum langa, og harvið slógu seg rimmar fastar í føroysku rokksøgubøkurnar.

Pól Arni var tó ikki leingi limur í bólkinum Týr, tí hann var bert sangari á bólksins fyrstu útgávu How Far To Asgaard frá 2002.

Síðani hevur Pól Arni ikki verði nógv at hoyrt til í almenna rúminum, hóast hann av og á hevur framført til smærri tiltøk.

Sermerkti sangarin hevur tó altíð havt alsk fyri tónleikinum, og hevur skriva tónleik í stillum. Tá so Pól Arni og Uni Debess komu á tal, opnaðist ein nýggjur heimur fyri teimun, og úrslitið var, at Føroyar í dag eru ríkaðar við einum kvæða -og vísurokk meistaraverkið við Hamraduni, ið kemur at standa sum ein varði í føroyskari tónleikasøgu.

Hamradun er ein útgáva, sum allir føroyingar áttu at ogna sær, og sjálvandi ikki minni, høvdu tit nýtt gott av at hoyrt teir á konsert í Tøting.

Manningin í Hamraduni er hendan:

Pól Arni Holm – Sang

Uni Debess – Gittar

John Egholm – Gittar

Finnur Hansen – Ljómborð

Heri Reynheim – Bass

Rani H. Christiansen – Trummur

https://www.facebook.com/Hamradun-1928680894023262/?fref=ts

https://www.youtube.com/watch?v=bpXLHtF8fw4

Frank In A Phonebox:

Ungu tónleikarnir í Frank in a Phonebox, stovnaðu bólkin í 2012, og løgdu seg beinanveg eftir at skriva teirra egna tónleik, ið teir ynsktu skuldu verða sermerktur.

FIAP spæla okkurt slag av alternativum rokki og hava teir megna at funni eitt stórt og egið ljóð, sum rakar nervarnar í áhoyrarunum.

Tað er komin ferð á sangskrivingina hjá bólkinum, og tað er nokk sannlíkt, at vit kunna vænta okkum eina útgávu um ikki so langa tíð.

Bólkurin hevur tikið nøkur løg upp saman við Benjamin Petersen, har fantastiska lagið “Fire to your home”, bert er eitt av teimun, sum vit óiva kunna vænta okkum at hoyra í Tøting.

Hjalti Bogason – Sang

Sámal Rasmussen – Gittar

Pætur Jákupson – Gittar

Hallur við Skipá – Bass

Hjørtur Háberg – Trummur

https://www.facebook.com/frankinaphonebox/?fref=ts

https://www.youtube.com/watch?v=bcGjsYKbPd8

Kostnaður 150 kr. (100 kr. fyri limir í Grót)

Atgongumerki fáast við dyrnar frá kl. 20.00.