Nú eru 23 ár síðan fyrstu HT-næmingarnir fingu prógv. Bert einaferðir hevur veðrið hindra hátíðarhaldinum úti í vøkru viðalundini úti í Grøv. Til samans hava 369 næmingar fingið gymnasialt prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Eftir trúligu siðvenjuni luttóku blásarar frá Klaksvíkar Hornorkestri. Í ár var Gunnleivur Biskopstø, fyrrverandi HT-næmingur og nú byggifrøðingur gestarøðari.
Elmar í Gong úr A-flokkinum helt næmingarøðuna úti í Grøv og Sólvá Klæmintsdóttir úr B-flokkinum helt næmingarøðuna í seinna partinum av hátíðarhaldinum, sum var á skúlanum.




