Tað eru nú 47 ár liðin, síðani Danjal Nielsen, sáli, byrjaði handil og skrivstovu í Vágstúni. Eftirkomarar hava rikið handilin víðari og í 1996 ella fuyri 18 árum síðani broytti handilin navnið frá Føroyabók og til “Hjá Annu”.
Tað er Rikka Nielsen, ið er stjóri í handlinum. Rikka sigur, at orsøkin til at tey nú flyta í Nólsoyar Pálls Gøtu 1, er at handilin fær rúmari ræsur,við tað at hølini her eru størri. Tað, sum eisini hevur verið viðvirkandi er, at nú búleikast vit í størstu handilsgøtuni í býnum. Í Vágstúni fer granskoðaravirkið Numo at flyta inn. Rikka Nielsen, stjóri sigur at enda, at tær eru fýra, sum starvst í handlinum Hjá Annu, umframt Rikku sjálva, arbeiða Haldis Karlsdottir, Sigrun Dalsgaard og Irdi Trúgvadóttir dagliga í handlinum.
Vit gleða okkum at taka ímóti nógvu viskiftafólki okkara og ikki minst gestunum á tunnilsdegnum, leggur Rikka afturat.




