Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handilsbygning úr gassbetong

John William Joensen

Hans Petur Ellingsgaard, handilsmaður í Saltangará, valdi eina óvanliga loysn, tá Kíosk Vár fór undir at byggja nýggjan handilsbygning í Runavík. Gassbetong varð valt framum vanliga betongið. Veitari
av gasbetonginum er P/F Klement Petersen í Saltangará.

Jan Danielsen, stjóri á P/F Klement Petersen sigur, at orsøkin til at teir valdu at bjóða hesa óvanligu loysnina er, at tað at byggja bygningar úr gassbetong er bæði bíligari og skjótari enn at byggja á traditionellan hátt og so vítt mær kunnugt, sigur Jan Danielsen víðari, so er hetta fyrstu ferð at ein bygningur er bygdur úr gasbetongi í Føroyum.
P/F Klement Petersen hevur alt meira og meira kastað seg útyvir sølu at byggitilfari og tá Hans Petur Ellingsgaard vendi sær til okkara um tilboð uppá tilfar til ein nýggjan bygning til Kíosk Vár í Saltangará, valdu vit eisini at geva tilboð uppá hesa óvanligu loysnina.
Bygningurin, ið bygdur verður er umleið 350 fermetrar í trimum hæddum. Niðjasta hæddin á bygninginum, ið stendur niðanfyri vegin við havnalagið í Saltangará er stoyptur í vanligum betongið. Men báðar hæddirnar omaná verða gjørdar úr gassbetongið.

Serfrøðingar úr Danmark
Hugskotið við gassbetonginum er, at tað skal vera bíligari og skjótari at byggja á henda hátt. Betongið er lætt at fáast við og tí skjótt at laga upp. Tá liðugt er at lagað, verður pussað á báðum síðum á múrinum og liturin sum bygningurin skal hava uttan og innan, verður blandaður uppí pussið, so ikki er neyðugt at málað uttan ella innan aftaná.
Um stoypt varð á tradionellan hátt, so skuldu vit fyrst stoypt og síðani klætt við timburi ella øðrum innan, isolerað, tapetsera, mála o.s.fr. og kanska eisini klætt uttan ella í hvussu so er málað, men alt hetta sleppa vit undan við gassbetonginum, tí tá pussað er eru múrarnir liðnir.
Eisini er sera lætt at leggja rør ella kaðalar í veggin. Tað verður bert gjørt við serligum fresara, ið fresar spor í veggin, har káplar ella rør vera løgd og síðani verður pussað útyvir aftur.
Tá hetta er fyrstu ferð vit royna at byggja ein bygning úr hesum tilfari, hava vit hildið tað vera neyðugt at fáa serfrøðingar úr Danmark at hjálpa okkum við byggingini. Men vit vænta at hesin byggiháttur er komin fyri at mennast og tí hava vit havt føroyskt byggifelag at standa fyri sjálvum projektinum og kunnu tí næstu ferð gera slíkan bygning uttan serfrøðingahjálp uttanífrá.

Klárir til fasta sambandið
Jan Danielsen, stjóri á Klement Petersen sigur víðari, at P/F Klement Petersen hevur víðkað munandi um virksemið hjá felagnum seinastu árini.
Vit hava bygt eina goymsluhøll á Rituvíkshálsi uppá umleið 1400 fermetrar og tá fermetratalið í handlinum sjálvum í Saltangará samstundis er økt úr 400 fermetrum upp í umleið 800 fermetrar, so hevur hetta givið okkum rúmari ræsur og betri møguleikar at vísa viðskiftafólki, tað vit hava at bjóða.
Nýggja hvítvørudeildin hjá okkum varð liðug fyri kortum og her hava vit góðar møguleikar at sýna fram alt tað vit kunnu bjóða innan hvítvørur. Vit leggja eisini dent á, at í samband við hvítvørurnar, hava vit egið tænastuverkstað, soleiðis at tú altíð fært hvítvørur, ið keyptar eru frá okkum , umvældar á okkara egna verkstaðið, skuldi tað gjørst neyðugt. Tað hevur nevniliga altíð ligið frammalaga í handilspolitikkinum hjá P/F Klement Petersen, at geva viðskiftafólki so góða tænastu sum gjørligt.
P/F Klement Petersen er so spakuliga farið at selja VVS tilfar og hetta økið er vaksið so nógv, at vit valdu, eisini at gera eina deild til VVS. Hon var liðug fyri uml. hálvum ári síðan.
Í næstum verður nýggj deild við køkum og baðirúmsmøblum eisini latin upp. Vit hava havt útlendskar designarar til at hjálpa okkum við hesi deildini. Nú er komið so mikið ávegis, at framsýningarhølið er um at verða liðugt smíðað og í næstum vera nýggir nútímans køks og baðirúmsmøblar settir upp í framsýningarhølunum.
Tá alt hetta er liðugt, um ein mánað ella so, kann sigast, at vit eru klárir til fasta sambandið og tað er ikki at dylja fyri, at vit síggja stórar møguleikar tá økið Eysturoy-Noroyggjar verður tættari knýtt saman.

Hallir og sethús
At enda sigur Jan Danielsen stjóri á P/F Klement Petersen, at teir við seinastu útbyggingunum og nýmótansgeringini av handilshølum og goymslubygningi, nú kunnu bjóða alt til tey, ið fara at byggja ella, sum skulu gera umvælingar.
Seinnu árini hava vit lagt okkum alt meira og meira eftir at selja byggitilfar og tað hevur høllin á Rituvíkshálsi sum sagt givið okkum góðar møguleikar til.
Umframt alt til vanlig sethús, hava vit eisini verið við í kappingini um at selja hallir til vinnulívið og munnu vit hava selt einar 15 hallir, sum ídag standa uppi ymsastaðni í landinum.
Bygningar til akuttan skúlatørv hava vit eisini latið. Tveir skúlabygningar hava vit leverað ein á Toftum í 2004 og ein í Runavík í 2003, hetta eru skúlabygningar uppá umleið 170 fermetrar hvør.
Skúlainventar og skrivstovuinventar kunnu vit eisini bjóða okkum fram til at útvega, so sigast má, at vit ídag hava eina sera fjøltáttaða og vælútbygda handilsfyritøku.