TTS søkir eftir einum fyrikomandi og arbeiðsamum handilslærlingi, ið er ágrýtin og er áhugaður at vera við at menna handil okkara.
Vit bjóða
· eina útbúgving í einari framkomnari tekniskari fyritøku, har vit seta tænastuna í hásæti.
· at tú sum handilslærlingur kemur at starvast saman við einum vælvirkandi toymi av starvsfólki.
· eitt sera fjølbroytt starv. Umframt sølu av útgerð innan el, maskin og hvs, vera uppgávurnar eisini innkeyp, goymslustýring, vegleiðing og annað fyrifallandi.
Sum partur av útbúgvingini skalt tú í skúla í lærutíðini at taka tann ástøðiliga partin, sum antin verður í Føroyum ella Danmark.
Vit vænta
· at tú ert fyrikomandi, røkin og ein fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva og setur kundatænastu í fremstu røð.
· at tú hevur áhuga fyri teimum vørum og tænastum, ið vit veita, og at tú hevur áhuga í at nema tær kunnleika fyri og innlit í hesi øki.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS, HH ella líknandi útbúgving.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Jákup Oluf á Lakjuni á tel. 565640 ella umvegis jol@tts.fo
Umsóknarfreistin er 27. juni 2016 og skal sendast til:
Sp/f TTS
Postboks 94
FO-710 Klaksvík
Att: Jákup Oluf á Lakjuni
ella á jol@tts.fo
TTS Sp/f
Oyravegur 53
Postboks 94 – FO-710 Klaksvík
Tel. +298 470 600 – Fax: +298 470 601
T-postur: info@tts.fo – www.tts.fo
TTS er ein fyritøka, sum veitir tænastur innan el-og maskinfakið til privat og vinnulívið.
Í fyritøkuni starvast umleið 35 fólk.




