Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handilssentrið í Klaksvík verður ikki veruleiki

John William Joensen

Frá álítandi keldum frættir Norðlýsið, at fyrireikararnir aftanfyri handilssentrið við Sandin í Klaksvík hava trekt seg aftur.

Rættuliga leingið hava søgur gingið um, at fyrireikararnir av handilssentrinum við Sandin høvdu hug at gevast og nú frættir Norðlýsið at eitt kunnandi skriv er sent borgarstjóranum. Hvat stendur í brævinum vita vit ikki, men keldur okkara siga, at við brævinum hava fyrireikararnir trekt seg aftur.
Tað verður ikki minni enn ein skandala fyri handilslívið í Klaksvík um so er at sentrið ikki kemur, tí ongin ivi er um, at við ómakaleysa undirsjóvarsambandinum til onnur øki, vil stórur partur av viðskiftagrundarlagnum hjá handlum í Klaksvik fara at leita sær aðrar vegir til stórkeyp.
Handilssentur draga til sín allastaðni í heiminum og tað sama ger seg sjálvandi eisini galdandi hjá okkum. Men verandi ferjusamband bremsar nógv, tíð tað er bæði dýrt og tíðarkrevjandi at fara um fjørðin.
Vit hava enn ikki fingið nakra nágreiniliga orsøk at vita, til at menn gevast á hondum, men sum skilst, hevur gingið ov illa at fáa eginpening og tí hevur tummilin hjá fíggingarstovnum higartil vent niðureftir.