So fingu vit tað staðfest, at ætlaninar, sum nú hava verið frammi í nøkur ár, um eitt handissentur við Sandin, nú eru farnar fyri bakka.
Hetta má sigast vera sera harmuligt og eitt stórt afturstig fyri býin. Klaksvíkingar flestir hava ásannað, at okkum hevur væntað eitt savningarstað í miðbýnum, ella í hvussu so er eitt øki, sum vit kunnu nevna fyri miðbý okkara, men soleiðis er ikki ídag. Har sum miðbýaraktivitetur átti at verið liggur nærum bert eitt busssteðgistað úti á oyðuni.
Teir sum stóðu fyri fyrireikingunum til eitt handilssentur í Klaksvík, hava uttan iva gjørt eitt stórt arbeiði í royndini at fáa hetta upp at standa. Men strembingarnar hava ikki borið á mál, og tí hava teir sæð seg noyddar at geva skarvin yvir.
Tað er Klaksvíkar býráð, sum frá fyrstu tíð av hevur havt ræðisrættin yvir økinum og sum hevur avgjørt, hvør skuldi fáa møguleikan at royna seg á økinum, og spurningurin verður nú helst reistur politiskt, um her er rætt farið fram frá fyrstan tíð.
Almenningurin hevur ikki fingið so ógvuliga nógv at vita um samarbeiðið ímillum senturfyrireikararnar og býráðið. Men tað hevur ligið á ljóðið at býráðsins partur av átakinum skuldi liggja um 40 milliónur krónur, ímeðan sentrið varð rokna til at fara at kosta omanfyri 100 milliónur.
Higartil hevur ætlanin helst kosta kommununi nakrar milliónir, eins og fyrireikararnir til handilssentrið helst eisini hava mist væl av peningi, tí slíkt fyrireikingararbeiði er ikki ókeypis.
Men tað sum helst fer at standa eftir politiskt, er um býráðið av fyrstan tí hevur borið seg rætt at í hesum máli.
Tað eru tey, sum hava sett spurnartekin við, hví økið við Sandin ongantíð var boðið alment út. Tá ein býur sum Klaksvík skal undir at byggja sjálvan miðbýin, so skuldi ein hildið at býráðið átti at gjørt eitt gott og rúgvismikið útbjóðingartilfar, ið kundi verið boðið út til fleiri aktørar at taka støðu til.
Áhugavert verður nú at síggja, hvat Klaksvíkar Kommuna fer at gera við økið. Vit vita sjálvandi ikki, um orsøkin til at handilssentrið ongantíð kom, kemst av at býur okkara er ov lítil til slíkt sentur. Er tað orsøkin, so má eitt annað konsept finnast til miðbýin.
Fleiri hava róð frammiundir at taka gomlu “ostaklokkuætlanina” framaftur, føra hana ajour og síðani halda fram eftir tí leistinum.
Kommunuval verður í ár og tað er onki at ivast í, at miðbýurin verður ein partur av valstríðnum hesaferð, tí er helst umráðandi hjá sitandi býráð at gera sær greitt hvat býráðið nú vil við stóru útfyllingini á Vágni, tí tað er synd at siga, at grótrúgvan er vøkur nú tað gongur á triðja árið síðani hon kom at liggja við Sandin.




