Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handilssentrið

John William Joensen

Leingið og væl hevur verið tosað um eitt handilssentur í miðbýnum í Klaksvík, og sigast má at býráðið hevur tikið hendan spurningin upp í álvara.
Ein stór útfylling er gjørd á vánni, júst til endamálið, men enn hoyrist onki ítøkiligt um at eitt handilssentur er á veg á økinum við Sandin.
Tað sær út til, at summir býráðslimir nú eru við at trekkja íland, tí hildið verður at tað er ikki rætt, at Klaksvíkar Kommuna brúkar pening uppá handilsbygningar, at skapa karmar er í lagi, men so heldur ikki meira.
Jú, sjálvandi, kommunan skal ikki brúka pening uppá handilsbygningar, men samstundis eigur eisini at vera ásannað, at tað valdast bygningar.
Er tað so, at borgararnir í Klaksvík ynskja eina háborg niðri við Sandin, sum vit øll kunnu vera stolt av, so kostar tað pening. Um so er at kommunan setir stór krøv til byggingina júst har, so er tað ikki so løgið, at kommunan sjálv verður noydd at gjalda ein part av "glasurinum".
Tað er valla nakar, sum ynskir, at ein stór stálhøll kemur at standa á útfyllingini, sum kommunan hevur gjørt, og tí hevur ætlanin hjá kommununi og Sparikassanum verið skilagóð, har kommunan í ávísan mun hevur sagt seg til reiðar at luttaka í ávísan mun, soleiðis at vit kunnu fáa ein bygning, ið vit øll kunnu vera nøgd við.
At byggja ein prestigubyggning niðri í miðbýnum og rokna við at allur kostnaðurin skal kunna vinnast inn aftur við sukur, mjøl og øðrum, tað er í so stuttskygt at hugsa.
Tað hevur ligið á ljóði, at Norðoya Sparikassi, ístaðin fyri at byggja út á økinum, har tey búleikast í løtuni, hevði í hyggju at brúka peningin í handilssentrinum og síðani flyta inn har.
Spurningurin er kanska, um býráðið ikki átti at gjørt tað sama. Bygningurin, sum okkara kommunala umsiting búleikast í, er als ikki bygdur til endamálið, og skilið inni í húsinum er hareftir, har eru als ikki arbeiðsumstøður hjá starvsfólkunum.
Flestu munnu vera á einum máli um, at skal nakað byggjast í miðbýnum, so skal tað síggja út av nøkrum, og krevja vit tað, mugu vit heilt víst eisini luttaka. Hetta kundi tí verið ein góður møguleiki hjá býráðnum at givið síni egnu umsiting arbeiðisumstøður og síðani kanska selt bygningin á Varpinum.
Bankarnir kappast óført fyri tíðina um viðskiftafólki, so hvør veit, um ikki onkur teirra hevði áhuga í hesum bygninginum, sum av fyrstan tíð júst varð ætlaður bankavirksemi.
Tað er at vóna, at gongd kemur á niðri í miðbýnum og at hendan ætlanin ikki dregur so langt út, at tíðin er farin frá verkætlanini longu áðrenn hon er farin ígongd.